P/f Beta er uttan iva eitt eindømi í norður atlantiskari fiskivinnusøgu. Í skjótt tríati ár hevur felagið megnað at rikið lønandi botnfiskatrolveiðu á einum avmarkaðum øki á føroyska sjóøkinum við somu skipum eftir stórt sæð sama fiskaslagi. Í sjálvum sær er søgan um P/f Beta tí eitt áhugavert “management case”.
Hesi tríati árini hava ikki verið uttan ógvusligan turbulens. Ein alt ov stórur fiskiveiðufloti hevur til tíðir roynt við somu útgerð á føroyska sjóøkinum við møguligum kollapsi av fiskastovnunum sum úrslit. Somu tríati ár hava í føroyska samfelagnum verið merkt av ógvusligari almennari satsing og økonomiskari katastrofu.
Yvirliving í slíkum turbulensi hevur ikki verið gjørlig uttan neyva og støðuga skráseting av øllum teimum faktorum, sum ávirka veiðuútlit og rakstur av skipum undir skiftandi umstøðum. Góði skiparin kannar og skrásetir sjóvarhita, botnviðurskifti, “skriving”, árstíð o.s.fr., áðrenn hann byrjar at trola. Hann skrásetir øll viðurskifti viðvíkjandi tóvinum, herundir hvussu drúgttað var og hvat tað gav í nøgd og slagi. Skrásetingarnar gerast partur av vitanarkapitalinum hjá honum. Av tí at summir skiparar gera meira, og aðrir minni burtur úr skráseting, hevur P/F Beta sum fyritøka fyriskrivað og samskipað arbeiðið, og felagið hevur savnað, skrásett og skipað alla hesa vitan og eyka um hana við at lata øll skipini hjá sær gera nýtslu av henni.
Á sama hátt hevur P/F Beta samskipað skráseting av øllum upplýsingum, sum viðvíkja útreiðslunum hjá skipunum til orkunýtslu, reiðskap, vistir o.m.a. sum av hesari skráseting er nýtt í støðutakan um eitt nú at fara yvir til partroling, meðan annað er brúkt í vanligari útreiðslustýring.
Ongin skráseting gevur bert eina upplýsing, og tí gevur tað savn av data sum P/F Beta hevur bygt upp í skjótt tríati ár eitt hav av upplýsing út um tað úrval sum felagið hevur brúkt í sínari stýring. Savnið hevur verið kent millum fiskivinnugranskarar, men út um henda kring, ið kann vera nakað einvísur í sínum áhuga, hevur savnið verið heldur ókent. At tað nú verður bjóðað granskarum tøkt at nýta, fer vónandi at bøta um henda ókunnleika og fáa nýggja gransking í gongd. Í umhvørvinum rundan um Beta er ein hópur av fyritøkum sum, sjálvt um tey ikki hava so fullfíggjaða skráseting, gera eina enn breiðari gransking møguliga.
Menningarstovan heldur ongan iva vera um at ein altjóða granskingardepil á hægsta støði kann verða bygdur upp um hetta grundarlag. Eitt nú átti savnið at verið eitt gullnám fyri gransking innan sustainability, v.ø.o. samanfatandi gransking av umhvørvi (tilfeingi og tilfeingisrøkt), búskapi (management og lønsemi í fiskivinnu) og sosialum viðurskiftum (lýsing av manning, samfelagnum, familjuviðurskiftum v.m.).
Menningarstovan setir tí stórar vónir til ta vitan, ið ein samvinna millum føroyska og útlendska gransking kann draga burtur úr hesum savni og teimum søvnum sum beinleiðis og óbeinleiðis eru knýtt at tí.
Kjartan Kristiansen, stjóri, Menningarstovan.