Lógin um vinnuligan fiskiskap fyri Føroyar staðfestir ma í §2 “… Dentur verður lagdur á at varveita tilfeingið og at troyta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga…” Til tess at uppfylla hesi krøv er neyðugt at gera metingar á vísindaligum støði.
Stovnsmetingar av ymisku fiskastovnunum byggja av fleiri orsøkum á sera óviss viðurskifti. Tær náttúrugivnu umstøðurnar í sjónum broytast alla tíðina, so tað er sera torført at ætla um framtíðina. Fyri nakrar stovnar er vitanin um ferðamynstrið ikki nóg góð, og fyri allar stovnar broytist tann árligi vøksturin við framleiðsluni av føði í økinum, ránsfiskur og sjúkur hava ymisk árin frá ári til ár, og náttúrligur deyði broytist samsvarandi.
Stovnsmetingar av botnfiskasløgunum toskur, hýsa og upsi undir Føroyum byggja á tríggjar sjálvstøðugar stáplar.
- a) Stakroyndir frá landingum frá fiskiskapinum av longd, vekt og nitrum fyri at staðfesta vøkstur, kynsbúning og aldurin á teimum ymisku fiskasløgunum. Hesi tøl eru tøk frá 1961.
- b) Yvirlitstrolingar við botntroli tvær reisur um árið við rannsóknarskipinum Magnusi Heinason. Frá 1983 hvørt vár og frá 1996 bæði vár og heyst.
- c) Upplýsingar frá veiðidagbókum hjá serstøkum skipum.
Harumframt hava umhvørviskanningar vaksandi týdning fyri at meta um, hvussu hetta ávirkar fiskastovnarnar.
Nakrar av teimum mest týðandi upplýsingunum koma frá veiðidagbókunum hjá Cubatrolarunum, sum eru frá fyrst í 1980-árunum. Hesi 8 systurskipini hava verið í sama reiðaríi øll árini, í somu veiði, á somu fiskileiðum og við sama slag av fiskireiðskapi. Hesar upplýsingar gera tað møguligt at greina veiðina á ymiskan hátt og frá ymiskum sjónarhornum. Størsta týdning fyri stovnsmetingina hevur veiða per tíðareind og árgangssamansetingin av ymisku fiskasløgunum. Fiskirannsóknarstovan hevur nýtt veiðidagbøkurnar hjá Cuba-trolarunum til árligu metingarnar tey seinastu mongu árini (ICES, 2005). Men tilfarið kann eisini nýtast til at granska mong onnur ting. Menning og betran av fiskireiðskapi og aðrari tøkniligari útgerð er eitt dømi; onnur kunnu vera hvønn týdning skiparin hevur fyri góðan fiskiskap, og støðufesti hjá manningini o.a.
Bjarti Thomsen (2005) hevur kannað gongdina hjá Cuba-trolarunum yvir tíð fyri at greina hugtakið “technological creeping”. Hetta hevur serligan áhuga fyri Føroyar, sum hevur fiskidagar sum grundarlag undir fiskiskipanini ístaðin fyri TAC (mest loyvda veiðinøgd).
At enda kann sigast, at upplýsingarnar hjá Cuba-trolarunum hava stórt virði í samband við at kanna føroyska fiskiskapin.
Hjalti i Jákupsstovu, stjóri, Fiskirannsóknarstovan.