Beta hevur rikið 8 trolarar til ísfisk undir Føroyum síðani 1978—teir sokallaðu Cuba-trolararnar— sum eru systurskip. Nakrir fáir túrar eru gjørdir í Norðsjónum. Fiskiskapurin hevur verið eftir botnfiskasløgum, og upsi er tað fiskaslagið sum mest hevur verið veitt av. Tríggjar mánaðar í 1998 veiddu tveir av trolarunum gulllaks. Í dag eru allir trolararnir skiftir út við meira nýmótans skip, men øll skjølini hjá reiðarínum eru varðveidd síðani byrjan. Tey eru partvís talgild, men eru annars øll í pappírformi. Skjalagoymslan inniheldur alt sum ein fyritøka krevur fyri at verða rikin skilagott, t.d. avreiðingarseðlar, fakturar av ymiskum slag, landingarkostnað, manningarpartar, proviant, eykalutir, brennievni, fiskireiðskap, harumframt skipsdagbøkur, tekningar, sáttmálar og aðrar avtalur, samskifti við stovnar og feløg, bæði almenn og privat. Eisini eru neyv hagtøl um veiði, fiskasløg og prísir, og yvir inntøkur og útreiðslur av ymiskum slag.
Við tí í huga at skjølini kunnu hava áhuga sum grundarlag fyri gransking, varð avgjørt at varðveita tey, t.d. til vísindafólk, næmingar ella onnur sum kunnu hugsast at nýta skjølini ella partar av teimum í teirra arbeiði. Olaf Olsen, sum var við til at stovna felagið og hevur verið stjóri tað mesta av tíðini, hevur lagt áherðslu á at halda fram við at goyma øll skjøl sum koma afturat, soleiðis at tey kunnu vera tøk til møguliga vísindaliga viðgerð. Tey kunnu eisini vera grundarlag undir ítøkiligum upplýsingum til mál, sum nøkur kunnu hava áhuga fyri at kanna.