“Í framløguni av Beta Files Skjøl frá Partafelagnum Beta sum granskingartilfar hevur Olaf Olsen í orðum, grafikki og fotomyndum givið eina sera góða lýsing av innihaldinum í skjalasavninum og hann lýsir eisini, hvørir møguleikar eru at brúka hetta skjalasavn. Her er leiðbeining um tilfar at granska í hjá samfelagsfrøðingum, antropologum, etnologum, søgufrøðingum, fiskifrøðingum, búskaparfrøðingum, tøknifrøðingum, matfrøðingum og fleiri øðrum. Her er ríkiligt av tilfari til bæði masterritgerðir og Ph.D.-ritgerðir.
Skjalasavnið og tilfarið í savninum er av slíkum slag, at tað eisini hevur altjóða áhuga, tí er bóklingurin eisini givin út á enskum. Tað er at vóna, at granskarar bæði í Føroyum og aðrastaðni í heiminum síggja møguleikarnar og virðið í hesum skjalasavni og nýta tilfarið til gransking, sum kann svara nógvum spurningum, samstundis sum tað kann føra til aðrar og størri verkætlanir.
Tað er heilt einastandandi av einum manni at hava hugsað so skilagott, at dokumentera virksemið hjá 8 trolarum so væl í yvir 20 ár. Eisini at gera tað granskingarklárt, er eitt uppaftur størri avrik.”
Jóan Pauli Joensen
Professari, dr. phil. & fil. dr. rektari á Frøðskaparsetri Føroya