Menakhem Ben-Yami, Dr hc

“Tað hevur verið ført fram nýliga, at umhvørvislig data gerast alsamt meira týdningarmikil í vísindaligum metingaum av fiskastovnum. Tann keðiligi sannleikin er, at umhvørvislig data hava altíð verið týdningarmikil. Tað hevur bara verið sæð burtur frá ella hevur ikki verið gáað eftir teimum í nógv ár, og ikki fyrr enn nú er tann almenna vísindin við gongdina í fiskastovnum.

Besti mátin at fáa nyttu burtur ú Beta upplýsingunum er at starvseta/fíggja ein ella fleiri MSc ella PhD lesandi, ið høvdu kunnað greinað upplýsingarnar og samanført tær eftir tvørfakligum leisti, og samstundis samanborið tær við data uttanífra (sum ikki eru við í upplýsingunum) um umhvørvisligar og klimatiskar broytingar og sveigggj, fyri at fáa eina betri fatan av, hvørji viðurskifti stýra tí føroyska botnfiska tilfeinginum, og hvussu (hetta skuldi eisini umfatað árinið av broytingum í veiðitrýsti sum kemur av støðuni á marknaðinum). Stutt sagt, hetta hevði kombinerað fiskivinnu við havfrøði og búskaparfrøði.

Eg hevði tí ikki sett mítt álit á vønir um, at altjóða granskarar veruliga fara undir at arbeiða við upplýsingunum hjá Beta. Teir hava sínar egnu dagsskráir, avmarkaðar fíggjarætlanir, o.s.fr. Heldur hevði eg hugsað um tað føroyska vinnuliga umvørvið, kanska í samstarvi við tað danska, íslendska og norska, til tess at skapa ein grunn fyri slíka roynd. Um so verður, skuldi eg sjálvboðin hjálpt til at lagt arbeiðsætlan, orðað endamál og veitt nakað av ráðgeving.”

Menakhem Ben-Yami, Dr hc

Altjóða óheftur fiskivinnu serfrøðingur