Forsíða

Stutt kann sigast at P/f Beta hevur rikið trolarar, sum eru systurskip, í meira enn 25 ár til ísfisk undir Føroyum við nøkrum fáum undantøkum. Nakrir fáir túrar eru gjørdir í Norðsjónum. Fiskiskapurin hevur verið eftir botnfiskasløgum, har upsi hevur verið tríggir fjórðapartar av veiðini.

Teir byrjaðu fiskiskapin við vanligum botntroli, men aftan á fá ár varð lagt um til partroling. Við hesum 8 skipunum hevur verið roynt alla tíðina á einari avmarkaðari fiskileið.

Umstøðurnar fyri at reka henda fiskiskap hava verið broyttar frá tíð til aðra, m.a. ymiskar stongdar leiðir fyri at   verja ungfisk, at geva gýtingarleiðum frið, at separera millum veiðihættir, at friða koralriv, verja móti ovveiði, broyttar meskavíddir.

Ein partur av tilfarinum er talgilt, og tað er góður møguleiki at gera alt talgilt, um tørvur er á tí. Alt tilfarið kundi verið nýtt sum ein databasa, sum kundi  skapt eitt granskingarumhvørvi við møguleika fyri samarbeiði millum tær ymisku greinarnar innan fiskivinnugransking.

Tilfarið er at finna í einum øki av landinum har bæði fiskivinna og onnur vinna er sera aktiv. Vit nevna nøkur øki niðanfyri, har hetta tilfar kann geva eitt íkast til gransking, sum ikki er lætt at finna aðrastaðni:

  • Tað er sjáldan at skjøl verða goymd so leingi.
  • Hetta eru skip, sum eru sama slag og við somu útgerð (systurskip).
  • Tey hava verið í sama fiskiskapi alla tíðina.
  • Tey hava roynt á teimum somu avmarkaðu leiðunum alla tíðina.
  • Tey hava verið í sama reiðaríi alla tíðina.
  • Tað er lítil ivi um, at veiðitøl, fiskasløg og avreiðingar eru eftirfarandi.
  • Tey løgdu um frá singletroling til partroling.
  • Tey hava roynt undir ókvoteraðum veiðireglum.
  • Tey hava roynt undir kvotaskipan.
  • Tey hava roynt undir fiskidagaskipan.
  • Frá síðst í 2002 er farið undir at skifta gomlu skipini út við nýggj.
  • Í framtíðini kann fáast at vita, hvussu tey gomlu skipini hava verið í mun til nýggj skip.